Ótrúgvur Obama skelkar USA

Tað er vorðin siður at vera ótrúgvur, um mann er forseti í Amerika. Nú er slaturin farin at snúgva seg um Obama, skrivar MESS.fo.

Tað er óvist, um hald er í slatrinum, men tíðindi eru hóast, at amerikanski forsetin er ótrúgvur móti forsetafrúuni, Michelle. Tað er slaturblaðið, National Inquirer, ið bera tíðindini.

 

Tær eru oftast vakrar og ungar og har ímillum Marilyn Monroe, ið hava hugnað sær við amerikonskum forsetum. Í dag eitur hon Vera Baker og er 35 ára gomul. Hendingin sigst at vera farin fram fyri seks árum síðan, tá hon var lýsingarferferðar-hjálpari hjá Obama.

Vera Baker noktar øllum, skrivar Ekstra Bladet. Politisku kappingarneetarnir vilja hóast prógva hesum og lova eina millión dollarar fyri prógvum.

Høvuðskeldan var ein limousinsjaførur, ið sigur seg hava koyrt Veru Baker at hitta Obama. Sjaførurin er tó anonymur.