Trúgvi vil standa á odda í Hvalba

KOMMUNUVAL Hvalbingar skulu hava nýggjan borgarstjóra á nýggjárinum og tann sessin ætlar nývaldi Trúgvu Gudmundarson, sær

Hvalbingar skulu hava nýggjan borgarstjóra á nýggjárinum.
Tað er greitt eftir at borgarstjórin seinastu árini, Otto West, gjørdi av, at hann stillaði ikki upp aftur hesuferð.
Tað er eisini næstan greitt, at nýggjur borgarstjóri í Hvalba verður Trúgvi Gudmundarson.
Hann varð toppskorari á kommunuvalinum í gjár við 58 atkvøðum og hetta er fyrstu ferð, hann er valdur í kommunustýrið.
Hansara listi fekk fýra av teimum sjey bygdaráðslimunum í Hvalba og sostatt kunnu tey avgerða alt sjálvi.
- Tað hevur altíð verið vanligt, at fyrst valdi bygdaráðslimurin fær í boði at verða borgarstjóri, staðfestir Trúgvi Gudmundarsson,
Hann staðfestir somuleiðis, at hetta hevði verið ein avbjóðing, hann hevði átikið sær uttan at blunka.
- Tað er avgjørt nakað, eg miðið eftir, ásannar hann.
Hann sigur, at teir fýra bygdaráðslimirnir á hansara lista tosaðu saman longu beint eftir at valúrslitið og eftir tann fundin ásannar hann, at tað liggur í kortunum, at hann skal verða borgarstjóri.
Hetta er aðru ferð, at Trúgvi stillar upp. Hann stillaði eisini upp seinast, men gjørdi einki við tað tá og úrslitið var hareftir.
Hesuferð havi eg gjørt nógv meiri við tað og eg havi rikið dúgliga sigur hann.
Og sigast má, at hesuferð varð úrslitið eisini hareftir.

Barnagarð og havnarlagið
Hjartamálini hjá Trúgva Guðmundarson eru bæði av tí av tí bleytara og tí harðara slagnum, sum vit plaga at kalla tað.
- Eitt av mínum fremstu hjartamálum er at útvega barnafamiljunum í kommununi ein barnagarð, sigur hann.
Annars heldur hann, at tað verður neyðugt at bøta um umstøðurnar á havnarlagnum fyri at gera tað arbeiðsligari hjá vinnuni.
Eitt, sum tosað hevur verið um, er, at gera atløguplássini betri, nú tað eru so nógvir trolarar í bygdini, men tað hevur eisini verið ført fram, at umstøðurnar á sjálvari btyggjuni eru ov trongligar.
Tískil ætlar Trúgvi Gudmundarson sær at tosa við vinnuvirkini, sum eru á havnarlagnum, at vita, hvørjar ábøtur, tey halda eru neyðugar at gera.
Eitt mál, sum var nógv frammi í valstríðnum, var eisini at gera nýggjan bátahyl í Hvalba, men Trúgvi Gudmundarson hevur ikki so avgjørda meining um tað beint nú.
- Tað eru í hvussu so er ikki pengar til tað nú. Tað verður neyðugt hjá bygdaráðnum at gera eina langtíðar raðfesting yvir tær íløgur, men tað mugu vit so tosa um í bygdaráðnum.
Annars heldur hann, at tað verður neyðugt at halda fram við arbeiðnum at fáa kloakkirnar í Hvalba og í Sandvík í rættlag.
Hinvegin vil hann ikki í smálutir enn, men hann tekur undir við samstarvi og tí kann henda, at hann fer at leggja upp til samstarv við teir tríggjar kommunustýrislimirnar á hinum listanum eisini, men tað veldst um, hvussu alt tørnar út.
Hinvegin sær hann ikki fyri sær, at kommunur í Suðuroy fara at leggja saman hastliga, men landsstýrið ætlar at leggja eldraøkið undir kommunurnar og tað verður ein avbjóðing av teimum heilt stóru, sum uttan iva fer at krevja samstarv ímillum kommunur, sigur Trúgvi Gudmundarson.