Eftir iranskari lóg skulu kvinnur, sum hava verið manninum ótrúgvar, steinast til deyða, men okkurt bendir á, at Iran er til reiðar at broyta revsingina, so kvinnurnar skulu heingjast ístaðin fyri.
Tað skrivar bretska blaðið The Guardian, eftir at blaðið hevur tosað við ein sakførara, sum er verji hjá fleiri deyðadømdum kvinnum í Iran.
Fyri stuttum kom fram, at tann 43 ára gamla Sakineh Mohammadi Ashtiani skuldi steinast til deyða fyri ótrúskap. Tíðindini vaktu stóran ans síða um heimin og elvdu til hvøss mótmæli. Nú sigur irakski sakførarin við The Guardian, at altjóða atfinningarnar hava eftir øllum at døma hjálpt.
Tilsamans 12 iranskar kvinnur eru dømdar til deyða. Ein teirra er tann 25 ára gamla Mariam Gharnzade, sum er dømd fyri at hava verið manninum ótrúgv. Hon var við barn í sætta mánaði, men misti barnið, tá hon bleiv bukað í fongslinum í síðstu viku. Eftir iranskari lóg kunnu kvinnur, sum eru við barn, ikki takast av døgum.
Verjin ivast ikki í, at altjóða mótmæli hava fingið myndugleikarnar at broyta hugsan. Hann vísir í hesum viðfangi á eina 19 ára gamla kvinnu, sum fekk deyðadóm fyri at hava verið ótrúgv. Nú er revsingin broytt til 100 koyrlasløg, sigur verjin.










