Síðani AB vann 2-0 á EB/Streymi 13. mai hevur AB tapt sjey dystir á rað í Betrideildini, og liðið er seks stig undir niðurflytingarstrikuni.
Kortini slær Bárður Olsen aftaná 0-3 tapið ímóti Víkingi fast, at teir á Argjum trúgva uppá, at tað ber til at yvirliva í deildini: - Vit eru noyddir at trúgva uppá tað, slær Bárður Olsen fast.
Bárður Olsen heldur, at leikliga stóð AB seg leingi væl ímóti Víkingi í dag, men afturvendandi trupuleikin er at fáa útteljing fyri sínar málmøguleikar.
Komandi vikuskiftið møtir AB 07 Vestur á Dungasandi vesturi í Sørvági, og Bárður Olsen staðfestir, at tað er ein dystur sum AB má og skal vinna.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig hevði við Bárð Olsen aftaná AB hevði tapt 0-3 ímóti Vìkingi.
Samrøðan Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Sølva Vatnhamar hjá Vìkingi hoyrist HER