Trúgva upp á møguleikan

Toftamenn hava als ikki givið skarvin yvir, hóast teir í evstu løtu máttu niður um niðurflytingarstrikuna.
- Vit hava avgjørt møguleikan at fáa nakað við okkum úr Runavík á seinasta leikdegi. Tá hava vit alt at stríðast fyri, og tað rokni eg við ger munin, segði venjarin hjá B68, Bill McLoud Jacobsen, tá hann tosaði við Útvarpið eftir dystin á Svangaskarði.