– Vit vóru slett ikki við í dystinum yvirhøvur, tí tá vit fingu bóltin, góvu vit teimum hann aftur beinanvegin. Burtur úr ongum fingu vit so eitt mál og vóru hepnir at fara til hálvleiks við 1-1, segði spælandi venjarin hjá KÍ, Jákup Mikkelsen.
– Fyrst í seinna hálvleiki gjørdi eitt mistak, sum eg má taka á mín kappa, at vit ongantíð komu innaftur í dystin, men í staðin settu teir í gongd.
Málverjin ásannar, at nú er rættiliga avgerandi, hvat hendir í teimum trimum dystunum, sum eru eftir til summarsteðgin:
– Vit skulu út at vinna nakrar dystir, og tað er týdningarmikið at fáa samlað nøkur stig í hesum dystunum. Vit fara eftir at vinna á B36 mikudagin, og tað sama, tá vit fara á Argir aftaná, sigur Jákup.
– Vit mugu royna at fáa menn at trúgva uppá, at tað ber til, tí í dag var tað eingin av okkum, sum trúði uppá, at vit kláraðu at vinna á Víkingi.










