Heidi Sevdal var munurin, tá VÍF/Tjaldur mikukvøldið vann 30-24 á einum nærmast kreppuraktum Stjørnuliðið, sum ikki megnaði at byggja víðari upp á sigurin á Kyndli seinast umfar.
Tað gekk javnt á fram til stutt fyri hálvleik, tá Stjørnan misti takið á dystinum, og VÍF/Tjaldur fór frá 9-9 til 13-9. Í fyrra hálvleiki var tað serliga Adina Petrea, sum gekk á odda fyri felagsliðið. Hon skjeyt seks av teimum 13 málunum í fyrra hálvleiki.
Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri endaði. VÍF/Tjaldur helt fram við at útbyggja leiðsluna, og eitt skiftið var heimaliðið á odda 18-11. So kom Stjørnan fyri seg. Í 14. minutti fekk VÍF/Tjaldur eina útvísting og Stjørnan minkaði um munin til 18-21. Men ein feil útskifting gjørdi, at gestirnir úr Klaksvík mistu stevið, og vóru ongantíð nærri at vinna enn tey trý málini.
Heidi Sevdal skoraði sjey mál í seinna hálvleiki, og seks av teimum upp á skjótálop. Nógvu feilirnir í álopinum hjá Stjørnuni vóru revsaðir alt fyri eitt, og tí vann VÍF/Tjaldur. Endaliga støðan gjørdist 30-24.
Stór útskifting
Spurningurin er so, hví tað gongur so ill hjá Stjørnuni, sum bara hevur fingið tvey stig í ár.
– Tað eru sikkur fleiri orsøkir til tað, og ein av teimum er, at vit eru í holt við at byggja eitt nýtt lið upp. Vit hava eisini havt trupulleikar við hópinum. Tað hava verið nógvar útskiftingar til hvønn dyst, og tað hevur ávirkað rútmuna á liðnum. Ein onnur orsøk er eisini, at vit í verandi løtu ikki eru betri, ásannar Svein Rógvi Nielsen, venjari hjá Stjørnuni.
Einastu stigini komu í farna umfari, tá Størjan var aftanfyri móti Kyndil, men í seinna hálvleiki vendi Stjørnan dystinum á høvdið og vann.
– Tað er umráðandi at hava tann seinna hálvleikin í bakhøvdinum, og vit gera næstan tað sama í dag. Tá spæla vit væl í 30 minuttir. Í dag mangla vit tíggju av teimum minuttinum, so kundu vit havt vunnið dystin. Tí tað vísur seg, at Stjørnan framvegis kann spæla hondbólt, men botnstigið er ekstremt lágt. Vit mugu avrika meiri støðugt, sigur Svein Rógvi Nielsen.
Vendipunkið
Miðskeiðis í seinna hálvleiki er Stjørnan á veg inn í aftur dystin, eftir at VÍF/Tjaldur hevur verið á odda við fleiri málum. Men ein feil útskifting, har ein leikari hjá Stjørnuni fer á vøllin, uttan at ein annar leikari er komin av vøllinum, kostar dýrt. Umframt eina útvíst, so missir Stjørnan stevið eftir hetta.
– Tað er eitt vendipunkt, sum er til fyrimun fyri VÍF/Tjaldur. Vit hava takið á dystinum og eru bara afturúr við trimum málum. Vit eru í yvirtal, tá feil-útskiftingin fer fram og so eru vit fimm móti fimm á vøllinum. Hálvur annar minuttir í yvirtal hevði kanska kunna koppa dystin til okkara fyrimun, sigur Svein Rógvi.
Serliga eru tað skjótu mótálopini, sum riggað væl hjá heimaliðnum. Upp á skift senda VÍF/Tjaldur spælarar Heiðin Sevdal avstað í vinstru síðu. Hon er skjótari, kvikari og snildari enn verjan hjá Stjørnuni, og so skorar hon eisini hvørja ferð hon er einsamøll við málverjanum. Seks mál skoraði Heidi upp á skjótálop í seinna hálvleiki.
– Orsøkin til, at VÍF/Tjaldur sleppur at gera hasi málini er, at vit gera feilir í álopunum har vit avlevera beint í føvningin á teimum. Tað er lætt at renna í skjótálop, men tað er tungt at renna aftaná. Eg vit ikki hví fleiri av okkara royndu leikarum gera slíkar feilir, men tað er ikki gott nokk, staðfestur Svein Rógvi.
Tað endar við, at VÍF/Tjaldur vinnur 30-24, og spenningurin er so sum so seinasta korterið.
– Eg helt at vit høvdu funnið rútmuna frá eftir dystin móti Kyndli, men so var ikki. Tað var keðiligt at síggja okkara álopsspæl í dag. Vit gera nógvar tekniskar feilir, og tað kostar okkum sigurin í dag. Vit brenna eisini eini 12 ella 14 stórar møguleikar, so kant tú heldur ikki vinna ein hondbóltsdyst, sigur venjarin hjá Stjørnuni.
Vónin livir enn
Stjørnan hevur bara fingið tvey stig higartil, og tað er langt upp til Neistan, ið liggur fremst. Hóast tað, so hevur Svein Rógvi ikki mist mótið og vónar at røkka einum finalu plássi.
– Tað hevði verið gott at komi í eina finaul, og vit sleppa ikki vónini fyrr enn hon er burtur. Eg trúgvi at Stjørnan bara blívur betur og betur. Steypakappingin er ikki byrjað enn. Vit eru eitt sigursvant lið, men eisini tey renna seg í eina mótbrekku. Vit fremja eitt genratiónsskifti á liðnum, og tað tekur tíð, sigur Svein Rógvi.
Millum tær ungu, sum skulu spælast á liðið eru Ella Petersen, Eyðvør Klakstein og Edith Hansen. Men venjarin ásannar eisini, at tað er ringt at spæla eitt nýtt lið inn, tá tað gongur so illa.
– Tað er bara at venja meiri. Vit mugu rætta upp á teir feilir vit hava gjørt, og vit mugu verða meiri støðugar, bæði í dysti og til venjing, sigur Svein Rógvi at enda.
- - -
VÍF/Tjaldur - Stjørnan 30-24
VÍF/Tjaldur: Heidi Sevdal 8, Adina Petrea 8, Liljan Djurhuus 6, Eilin Hansen 3, Amanda Kristensen 3, Ansy Sevdal 2
Stjørnan: Ema Bezanovic 9, Ella Petersen 5, Una Olsen 5, Annika Ljósstein 3, Alina Anghel 2