Trý gull í 30 minuttir

Tað var akkurát, so Elspa Mørkøre fekk tíð at taka ímóti heiðursmerkjum, tá hon mikukvøldið rann millum sigursskammilin og hylin

50 metra frí, 200 metra rygg og so fjórða teinin av stafettini á 4X100 metra frí. Tað var tað, sum Elspa Mørkøre avrikaði innan fyri lítlan hálvan tíma á Nautical Club í Rhodos mikukvøldið. Og allar tríggjar ferðirnar við gullmerki sum løn fyri stríðið.

Ómenniskjansligt vildi onkur kanska sagt, men gylta gøtugentan tóktist tó bara at taka tað, sum tað kom.

- Ja, hasin hálvi tímin var nokk so harður. Men eg gav alt, og tað gevur úrslit. Og sjálvandi eri eg ovurfegin. Eina slíka løtu, so hugsar tú als ikki um allar venjingartímarnar, sum tú hevur verið ígjøgnum. Eg eri bara fyri, at eg møtti upp. Segði Elspa, tá eftir gullhandanina sat og rindaði møðina.

Umframt fysiska partin av tí. Er tað so ikki ein trupulleiki, tá tú innan somikið stutta tíð fert gjøgnum kapping, gleðina um at vinna og hoyra tjóðsangin. Og so aftur í kapping?

- Eg veit ikki. Eg svimji bara. Eg geri mítt besta, hvørja ferð eg, og so kann eg ikki gera meira, ljóða einfalda – men beinrakna – svarið frá Elspu.