Tríggjar vinnugreinar oftast fyri arbeiðsóhappum

Í svari upp á fyrispurningi, sigur Samferðslumálaráðið, at tað serliga eru tríggjar vinnugreinar, sum verða raktar av arbeiðsóhappum.

Sambært Arbeiðseftirlitinum vóru 112 fráboðanir um arbeiðsóhapp innkomnar 21. juni í ár, sum er ein hækking við 24 prosentum. Tískil setti Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna, fram fyrispurning til avvarðandi landsstýrisfólk, Heðin Mortensen, um hvør frágreiðingin fyri hendan vøksturin var.

- Hesi tøl geva eina ábending um gongdina viðvíkjandi óhappum á arbeiðsmarknaðinum, men rættast er at bíða til tølini fyri alt 2019 fyriliggja, áðrenn endaligar niðurstøður verða gjørdar um samlaðu gongdina. Tað kann koma fyri, at talið av fráboðanum javnar seg út á árið, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum.

Sum møguligar frágreiðingar, vísir Samferðslumálaráðið á, at tað nú eru fleiri arbeiðstakarar á føroyska arbeiðsmarknaðinum, umframt, at fólk í størri mun eru farin at fráboða arbeiðsóhapp um talgildu skipanina, ið kanska hevur økt gjørt tað lættari at fráboða sum heild.


Serliga tríggjar vinnugreinar

Sambært uppgerðini, koma flestu arbeiðsóhappini fyri innan ávikavist fiski- og byggivinnuna, og innan heilsu og røktararbeiði. Sambært Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, eru áleið helvtin av øllum skaðaraktum ófaklærd. Tó sigur Samferðslumálaráðið tað ikki vera nøktandi hagtalsgrundarlag at gera skikkaða meting av, júst hví hesar vinnugreinarnar eru raktar av arbeiðsóhappum.

- Við eini nýggjari hagtalsskipan, sum væntandi verður klár í seinnu helvt av 2019, verður gjørligt at geva eitt munandi betri grundarlag til at gera slíkar metingar, sigur Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri.

Eftirlitið uppraðfest

Tó vísir hann á, at nógv longu er gjørt fyri at bøta um arbeiðstrygdina.

- Í hesum sambandi skal landsstýrismaðurin eisini minna á, at gamla Arbeiðseftirlitið í nógv ár var ógvusliga niðurraðfest og skert, men at myndugleikin nú byrjar at koma á eitt nøktandi støði, sigur hann í svarinum til Sonju Jógvansdóttir.

- Seinastu árini hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið útgivið fleiri nýggjar vegleiðingar, gjørt fleiri eftirlit og ment kunningarpartin munandi. Í seinru helvt av 2019 fer Arbeiðs- og brunaeftirlitið eisini at gera serlig átøk í byggivinnu, alivinnu, fiskavirkjum og í mun til sálarligt arbeiðsumhvørvi, sigur Heðin Mortensen.