Valevnislistarnir til kommunuvalið 11. november skulu vera lætnir inn í seinast lagi týsdagin 21. oktober Kommunuval verður týsdagin 11. november. Løgmálaráðið boðar nú frá, at valevnislistarnir skulu latast inn hjá valnevndarformanninum ella kommununi í seinasta lagi týsdagin 21. oktober klokkan 18 ella um stívliga tríggjar vikur.
Tað er misjavnt, hvussu tað verður stillað upp. Í summum kommunum ? eitt nú teimum báðum størstu og á Tvøroyri og í Vági ? eru tað politisku flokkarnir, sum skipa fyri uppstillingini. Soleiðis er tað ikki í eitt nú Runavíkar kommunu.
Mánadagin verður fólkaatkvøða í Miðvágs og Sandavágs kommunum, og bygdaráðini í Sandavági og í Miðvági hava lýst til fundar týskvøldið. Tá verður greitt, um kommunuvalið í hesum báðum bygdunum verður hvørt fyri seg, ella um talan verður um samanlagda kommunu millum Miðvág og Sandavág.