Tríggjar útvaldar

Hondbóltur: Sum vanligt hevur verið, hvørja ferð kvinnulandsliðið hevur verið við til Challenge Trophy-kappingarnar, endaðu fleiri av føroysku spælarunum á sokallaða All Star-liðnum, sum bleiv valt eftir kappingina.
Hesa ferð gjørdust tær tríggjar í tali, tí Simona Petersen – sum á ferðini í Estlandi spældi sínar fyrstu landsdystir fyri Føroyar, síðani hon hevur fingið føroyskan tjóðskap – gjørdist besti vinstri bakkur, Durita Ljósstein gjørdist besti verjuspælari og Unn Kragesten var kosin besti vinstri vongur í kappingini.