Talvsamband Føroya skipaði um vikuskiftið á fyrsta sinni fyri FM fyri gentur, sum varð telvað í Kollafjarðar skúla. Kappingin var skipað í trimum aldursbólkum (U19, U16 og U13), og var samstundis vegleiðandi úttøkukapping til NM fyri gentur, sum verður í Noregi 18. - 20. apríl. NM kapping fyri gentur var á fyrsta sinni í Danmark í 2007, og tá eydnaðist tað Herborg Hansen at vinna bronsu.
Tær, ið hava vunnið sær atgongumerki til NM:
U19: Herborg Hansen, Klaksvík
U16: Ása Olsen, Vestmanna
U13: Sára Traber Olsen, Tórshavn









