Tríggjar smoltstøðir góðkendar

Smoltstøðirnar hjá P/F Faroe Salmon á Húsum, P/F Marine Harvest Faroes á Hellunum og P/F Fútaklettur á Fútakletti fingið umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur hin 14. juli 2008 umhvørvisgóðkent smoltstøðirnar P/F Faroe Salmon, Húsar, P/F Marine Harvest Faroes, Hellurnar og P/F Fútaklettur á Fútakletti, veit heimasíðan hjá Umhvørvisstovuni at siga.

Í samband ásetanina av treytum í umhvørvisgóðkenningini, hevur Umhvørvisstovan viðgjørt ávirkanina á umhvørvið frá smoltstøðum generelt.

Serliga vóru tað viðurskifti í samband við spillivatn, sum blivu viðgjørd, og metir umhvørvisstovan tað vera umráðandi, at alt spillivatn verður leitt á sjógv við góðum vatnskifti.

Rogn og yngul verður keypt og ald til smolt, sum verður sett út í aliringar, tá tey eru sjóbúgvin. Framleiðslutíðin á smoltstøðunum verður við hita og ljósi stýrd soleiðis, at fiskurin er sjóbúgvin, tá støðirnar á sjónum eru klárar til at taka ímóti smoltunum.

Við góðkenningini hava smoltstøðirnar loyvisbræv til at reka smoltstøð til aling av laksi og síli.