Tríggjar skoraðu tvey mál í Gundadali

Kvinnur: Heldur enn at fegnast um at hava vunnið fyrsta stigið, so vóru tær í B36 vónbrotnar um, at tað í evstu løtu eydnaðist EBS/Skála at javna

Tað var undirhaldandi og málríkt, tá ið B36 í góðveðrinum seinnapartin á ovara vølli í Gundadali hevði vitjan av EBS/Skála.

Talan var um heilt tætta uppgerð, og úrslitið var 4-4, eftir at gestirnir í fyrra hálvleiki vóru frammanfyri 2-1.

Eftir trý umfør er EBS/Skála á øðrum plássi við sjey stigum, meðan stigið í dag var tað fyrsta hjá B36 í ár.

Lea Lisberg legði gestirnar á odda 1-0 í 8. minutti, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði Emma Hansdóttir fyri B36. Men tær á heimaliðnum høvdu næstan ikki fingið armarnar niður aftur, so svaraði EBS/Skála aftur. 2-1 málið skoraði Rakul V. Magnussen.

Støðan helt sær, inntil seinni hálvleikur var næstan eitt korter gamal. Tá javnaði B36 til 2-2. Málið skoraði Olga Kristina Hansen eftir innlegg úr høgru og við skoti úr 13 metrum.

Og bara fimm minuttir seinni skoraði heimaliðið aftur. Emma Hansdóttir skoraði og var tvímálaskjútti. Hon smekkaði úr 40 metrum og við frísparki eitt sindur úr vinstru bóltin beinleiðis í málið.

Hesa løtuna vóru tað fleiri møguleikar, og tað var serliga B36, sum hevði møguleika at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki. Í staðin fyri var tað Rakul V. Magnussen, sum javnaði fyri EBS/Skála og var tvímálaskjútti.

Síðsta lítla løtan var sera hendingarrík. Tað restaðu bara tveir minuttir, tá ið gestirnir vóru óhepnir at gera sjálvmál. So sá tað út til, at B36 var á sigurskós, men í evstu løtu javnaði EBS/Skála. Málskjútti var Lea Lisberg, sum harvið var tvímálaskjútti.

 

Í fjórða umfarið, sum verður 17. apríl, skal B36 til Sørvágs, og EBS/Skála fær vitjan av KÍ.