Síðani 20. oktober hevur Finnur Fríði landað sild tríggjar ferðir Finnur Fríði var í gjár í Ellingsoy í Noregi og landaði 365 tons av sild.
Hetta er triðju ferð í hesari vikuni, at Finnur Fríði er inni og landar. Tann 20. oktober landaðu teir 430 tons, og tann 23. vóru teir inni við 200 tonsum.
Sildin, sum Finnur Fríði landaði í gjár, vigaði 410 gram í meðal, og fyri hana fingu teir 7,11 norskar krónur fyri kilo.
Christian í Grótinum, sum eisini roynir eftir sild, kom til Aalesund í gjár at bøta nót, eftir at teir høvdu sprongt tvær ferðir.