Tríggjar kvinnur til hendurs í Klaksvík

Hetta vikuskiftið fór løgreglan undir eitt miðvíst átak ímóti harðskapi – og kanska kom tað serliga væl við hjá trimum kvinnum í Klaksvík.  

 

Endamálið við hesum átakinum er at forða fyri harðskapi. Í hesum sambandi er løgreglan at síggja úti ímillum fólk í býnum um næturnar. Ætlanin við tí er at kunna leggja skjótt upp í, har ósemjur taka seg upp við tí endamáli at forða fyri, at vindur upp á seg so at harðskapur spyrst burtur úr.

 

Og mitt í nátt kom løgreglan í Klaksvík fram á tríggjar kvinnur, sum vóru í hornatøkum á alfaravegi. Løgreglan sigur, at talan var um tilkomnar kvinnur, men løgreglan fekk so skilt tær sundur, áðrenn meiri spurdist burtur úr. 

 

Men tær fáa allar tríggjar nú bót fyri at bróta politiviðtøkurnar um ófrið á almennum staði.