Tingfundur nummar 44 hesa tingsetuna varð settur í gjár klokkan hálvgum tvey seinnapartin. Fimm mál vóru á skránni. Av hesum fimm málunum var talan um eina triðju viðgerð, tríggjar fyrstu viðgerðir og framløgu.
Fyrst á skránni var triðja viðgerð av tingmáli nummar 26/199, sum er uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings. Uppskotið varð samtykt.
Næsta málið á skránni var tingmál nummar 45/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll. Talan er um mál, sum uppskot, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum vegna landsstýrið legði fyri tingið 25. januar í ár.
Triðja málið á dagsskránni var fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 46/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald. Talan er um uppskot, sum Karsten Hansen legði fyri tingið 25. januar í ár.
Seinasta viðgerðin áðrenn framløgurnar var viðgerð av tingmáli nummar 47/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um ferðslu. Talan er um uppskot, ið Katrin Dahl Jacobsen legði fram vegna Javnaðarflokkin 25. januar.