Tríggjar framsýningar hjá Støkk

Árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk verða 6., 8. og 9. mars. Hóskvøldið 6. mars klokkan 18 verður framsýning við børnum undir skúlaaldur, meðan leygardagin og sunnudagin, báðar dagar klokkan 15, eru hini liðini eitt sindur meira blandað. Á heimasíðuni www.stokk.net sæst hvønn dag hvørji lið vísa fram.

 

Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa, m.a. foreldur og børn, børn 4-5 ár, børn 6 ár, vanligu liðini 1. -10. flokk, kvinnur, reiðskapslið, estetisk kappingarlið og blandað lið við kvinnum og monnum. Undir framsýningin verða merki og ídnisprógv handað

 

Allar dagarnar verður skipað fyri páskareggjatombola og kaffisølu úti í gongini. Atgongumerkjasølan byrjar ein tíma undan framsýningini.