Tríggjar fráboðanir til Badmintonhøllina

Leygarkvøldið var ársins DJ show í Badmintonhøllini, og tríggjar ferðir varð løgreglan boðsend á staðið

Tað vóru fráboðanir um ófrið í Badmintonhøllini, sum løgreglan fekk. Í tí eina førinum var talan um eina gentu, sum segði seg vera sligna. Men vakthavandi sigur, at tað talan var um eitt hendiligt óhapp.
? Tað vóru tveir, sum vóru farnir til hendurs, og kontrollarnir royndu at skilja sundur. Henda gentan er so komin at standa í millum ella fyri á ein ella annan hátt, so tað var ikki tilætlað henni, greiðir vakthavandi frá.
Hini báðar fráboðaninar vóru ávíkavist bardagi og ein, sum tørvaði hjálp at koma til hús. Bardagi var í millum tveir uttanfyri høllina, men løgreglan kom á staðið og trupulleikin varð loystur á staðnum. Og ein ungur drongur var so ávirkaður, at hann ikki megnaði at vinna upp hús sjálvur, og tískil koyrdi løgreglan hann til hús.
Ein sjúkrabilur var eisini boðsendur til Badmintonhøllina. Ein drongur var komin til skaða í beinið, men sum skilst, so var tað ikki orsakað av harðskapi.
? Tað er keðiligt, at onki tiltak kann vera í Badmintonhøllini, uttan at okkurt hendir, og løgreglan verður boðsend fleiri ferðir, sigur vakthavandi, sum ikki dugir at siga, hví tað er so. Hann sigur eisini, at onnur tiltøk eru ofta aðrastaðni í høvuðsstaðnum uttan at løgreglan fær so nógvar fráboðanir um at koma á staðið.
Vakthavandi sigur, at tað góða veðrið í vikuskiftinum hevði við sær, at nógv fólk var í býnum. Og tá fær løgreglan altíð nógvar fráboðanir. Hetta vikuskiftið hava fólk eisini klagað um, at tað verður bankað upp á hjá teimum til fortreð, tónleikur spælir hart í gøtunum og fleiri fólk sova úti.
? Tað vil altíð verða so, tá nógv fólk savnast. Og tað eru jú ikki bara fólk her á Streymoynni, men Eysturoynni og Vágoynni nú eisini. So tað verður til nógv fólk, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.