- Bæði inngjaldið og útgjaldið úr Samhaldsfasta, eigur at verða minst trýfaldað.
Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, sum umboðar fiskimenn og alla arbeiðarafjøldina í Føroyum, uttan Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Hon sigur, at í Samtaki hava tey altíð hildið, at Samhaldsfasti eigur at verða bulurin í eini framtíðar pensjónsskipan.
Í løtuni er inngjaldið í Samhaldsfasta 3,5%, har løntakarar rinda 1,75 av sínari løn í grunnin og arbeiðsgevarar eisini rinda 1,75% av øllum útgoldnum í grunnum.
- Fáa vit okkara vilja, verður inngjaldið trýfaldað upp í eini 10%, har arbeiðsgevarar og løntakarar rinda hvør sína helvt.
Tað hevði givið eitt útgjald uppá væl yvir 8.000 krónur um mánaðin.
Sonja Jógvansdóttir sigur, at tey halda upp á, at Samhaldsfasti skal styrkjast, tí tað er ein samhaldsføst skipan.
Øll gjalda í grunnin eftir førimuni, alt eftir, hvussu nógv tey vinna og øll fáa tað sama lrónutalið úr honum aftur, tá ið tey verða pensjónistar, sama, hvørja inntøku tey høvdum, tá ið tey arnbeiddu.
- Sostatt er Samhaldsfasti eitt sera hent amboð at býta virðini í samfelagnum javnari enn tey eru nú, heldur samskiparin í samtaki.
Missa 1500 krónur
Sonja Jógvansstovu vísir á, at samstundis sum pensjónsskipanin er løgd um og skattað við inngjald, liggur eisini í kortunum, at eykainntøkur skulu mótroknast í fólkapensjónini næstan beinanvegin.
- Útrokningar vísa, at avleiðingin av hesum er, at um nøkur ár fer eitt vanligt verkafólk at fáa einar 1.500 krónur minni í pensjón um mánaðin, enn tað annars hevði fingið.
- Tí er stórur tørvur á Samhaldsfasta nú, men hjá nógvum verður minst líka nógv brúk fyri honum í framtíðini.
Hn hugsar um allar teir pensjónistar, sum hava lágar, privatar pensjónir.
- Tað besta hevði verið, at Samhaldsfasti bleiv høvuðsbulurin í eini framtíðar pensjón.
Men tað næstbesta er, at Samhaldsfasti verður munandi styrktur, so at kravið um privatar pensjónir verður kanska eini 5%.
- Tað, sum liggur í kortunum nú, er, øll skulu betala 15% av lønini til sína egnu eftirløn, men Sonja Jógvansdottir heldur, at tað verður ein tung byrða hjá lág- og miðalløntum.
Samstundis kann fólkapensjónin mótroknast soleiðis, at tey, sum hava góðar pensjónir, lítla ella onga fólkapensjón fáa, tí tey hava ikki tørv á tí.
- Tað, sum er umráðandi, er at lyfta lyfta pensjónina hjá lág- og miðalinntøkum upp á eitt hóskandi støði, sigur samskiparin i Samtaki.