Eitt fiskavirki í Suðuroy skal rinda upp til tríggjar ferðir so nógv fyri at fáa fisk suður av landingarmiðstøðum norðanfjørðs, enn tað kostar at flyta fisk úr Suðuroy, norður um fjør.
Tað staðfestir Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sum nú vil hava Johan Dahl, landsstýrismann at greiða frá, hvat hann ætlar at gera við hesa støðu.
Hon staðfestir, sum viðurskiftini eru nú, er tað kappingaravlagandi fyri vinnuvirki í Suðuroy, tí tað er nógv dýrari hjá teimum at útvega sær rávøru.
Støðan er tann, at Strandferðslan hevur bara flutningsskyldu úr Suðuroy og norðureftir, men ikki av meginøkinum og suðureftir.
- Tá ið Farmaleiðir hildu uppat, komu útróðrarmenn í Suðuroynni í trupulleikar við tað, at teir ikki sluppu av við fiskin av oynni.
- Tí fekk Strandferðslan skyldu at flyta fiskin av landingarmiðstøðum úr Suðuroy til Smyril og síðani norður til Havnar.
- Tað, sum tíverri bleiv gloymt í hesum, var, at keypir ein vinnurekandi í Suðuroy rávøru til Suðuroy, er sama flutningsskylda ikki galdandi.