Tríggjar ferðir kring knøttin

Nú, eitur báturin Polar Bear, og siglir við ævintúrhugaðum gestum til lond norðanfyri, men skipið var at byrja við, eitt kappsiglingarskip, í røðini, »Challange Fleet«. Talan var um kappsigling kring knøttin. Í dag lá hetta seglskip í Vágsbotni.

Í morgun lá eitt stórt og stásiligt seglskip í Vágsbotni. Toppurin á mastrini er eina 100 føtur uppiyvir vatnskorpuni, og skipið er ikki minni enn 72 føtur langt. Skipið var bygt í ár 2000, og núverandi eigarin, Phil Richardson, hevur átt skipið í tvey ár.

Manningin telur í løtuni 6 mans. Hálvi danin Lars Lippuner, sum kallar seg sveitsara, og sum nú býr í Ongland, er skipari. Reiðarin er við á ferðini sum dekkari, og afturat teimum báðum eru fýra aðrir. Tveir bretar, ein sveitsi og ein úr Ný Sælandi.


Verið í íshavinum

Skiparin greiðir frá, at skipið nú er ferðamannaskip fyri ævintýrhugaði, og á hesi ferð, sum byrjaði í Newcastle í Onglandi mitt í maimánaði, hava upp til 13 ferðandi verið við. Talan hevur mest verið um skotar, og eitt av málunum við at fara eina tílíka ferð, er at sigla við kajakkum.

Við á ferðini hava teir nakrar kajakkir, men tær eru hvørki grønlendskar ella úr glasfibri. Tær eru til at koyra luft í. Hetta kemst av plásstroti umborð, og tí tað hevði verið torført at havt sokallaðu plastkajakkirnar á dekkinum í veðrinum Íshavið hevur at bjóða.

Ferðin byrjaði mitt í maimánaði, og hava teir siglt til Noregs, upp til Lofoten og til Svalbards eisini.

- Vit sigldu so leingi vit høvdu hav frammanfyri okkum og onki var eftir, tá vit komu til 88 stig norður, greiðir reiðarin frá, og meinar helst við, at tá raktu teir polarísin, og sluppu ikki longur.

Sjálvt um hetta kann sýnast sum ein møguleiki bara rík hava, er tað ikki nógv kostnaðarmeiri enn nógv annað.

- Tað er heldur ikki so øgiliga dýrt at koma við Polar Bear, tí tað kostar 850 pund um vikuna, fyri hvønn ferðandi, og tað meta vit ikki verða so nógv, tá talan er um so nýtt og snotiligt skip sum hetta, sigur Lars Lippuner, skipari.


Hvíldarstað

Polar Bear hevur verið í Føroyum í fimm dagar, og fer av landinum aftur í dag.

- Mær dámar sera væl her, og eg royndi lunda í gjár. Tað er eitt tað besta eg havi roynt, sigur Phil Richardson.

Ætlanin var ikki at koma til Føroyar, men av tí, at ættin var, sum hon var, lá best fyri at gera ein steðg í Føroyum.

Manningin sum er umborð nú, er í veruleikanum bert við til heimferðina, og seinasta mannin taka teir umborð í Lerwick. Síðani sigla teir beinleiðis til Newcastle, har seglskipið er heimahoyrandi.


Challange Fleet

Í 2000, vóru 8 systirskip bygd. Tey skuldu sigla kapp kring knøttin, og var hetta gjørt tvær ferðir. Skipið, sum í dag liggur á Havnini var kallaðist tá, Challange 40, og var næsta skipið, sum var bygt.

Eftir at skipini høvdu tænt sínum endamálið sum kappsiglingarskip, og høvdu siglt tvær ferðir kring knøttin. Valdi kvinnan, Dee Caffari, at royna at sigla uttan steðg vestureftir runt um Jørðina. Hetta fullførdi hon uppá 178 dagar, og gjørdist higartil einasta kvinnan at fullføra hesa ferð. Tað eru bara fimm fólk í Heiminum, ið hava siglt vesturum knøttin uttan steðg í seglbáti, so talan er um eitt megnarbragd, hetta seglskip hevur verið partur av.