Hin 26. september, sum er í morgin, eru liðin 50 ár síðan flogvanlukkuna í Mykinesi. Vanlukkuliga hendingin fór fram, tá eitt Fokker Friendship flogfar hjá íslenska flogfelagnum Icelandair kom úr Reykjavík um Bergen til Føroya við 30 ferðafólkum og einari manning sum taldi fýra. Stutt fyri klokkan 11 henda leygarmorgun misti flogvøllurin sambandið við flogfarið. Tað var mjørki og vánaligt sýni, men í flogfarinum óraðu tey einki ilt, tó at onkur helt, at flogtúrurin úr Bergen kanska var vorðin nakað drúgvur.
Í vánaligu floglíkindunum misti flogskiparin staðkenni, og úrslitið varð, at flogfarið rendi á Knúk í Mykinesi. Tey, sum vóru í flogfarinum og yvirlivdu vanlukkuna, vistu ikki, hvar tey vóru, men tey vistu, at hetta var ein ógvuliga hørð lending, har flogfarið fór í knús.
Nú 50 ár seinni vitjaði In.fo í Haldarsvík, har vit hittu Poul Grunnveit, sum hin 6. november í ár fyllir 82 ár. Hann var eitt av ferðafólkunum við vanlukkuflogfarinum, og hann var so heppin ongan stórvegis likamligan skaða at fáa. Í hugnaligu stovuni hjá honum skifta vit orð um hendingina í Mykinesi, og vit skifta eisini orð um tvær aðrar álvarsligar hendingar, sum møttu honum á yngru árum. Í tí eina førinum, tá hann var við sildaskipi, sum fiskaði við gørnum, sló hann út í kalda sjógvin, og í hinum førinum sakk skipið undan honum.
Soleiðis hevur Poul Grunnveit tríggjar ferðir í sínum lívi upplivað, at deyðin bankaði á dyrnar. Hvør av hesum hendingum kundi - um illa vildi til - havt kostað honum lívið. Hóast árini, sum skjótt verða 82, merkjast, er Poul Grunnveit væl fyri likamliga, og hann er blíður og fyrikomandi, nú vit sita og skifta orð tvørtur um borðið við einum góðum kaffimunni í heimi hansara.
Seinasta fríggjadag var ein størri grein í Sosialinum, har Poul Grunnveit greiðir frá øllum trimum hendingunum, sum honum hevur verið fyri, og her verður serliga greitt frá flogvanlukkuni í Mykinesi. Í samrøðuni ásannar Poul Grunnveit, at tíðindi frættast skjótt. Poul og Judy, sum er farin í Harrans hendur, giftust í 1963. Tey áttu tríggjar gentur, tá flogvanlukkan hendi. Yngsta var pinkubarn, og hinar báðar genturnar vóru fimm og sjey ára gamlar.
- Er tað rætt, at pápi er deyður? spurdu Jona og Anitt, tá tær komu leypandi inn til mammu sína, tá tíðindini vóru farin at ganga í bygdini um, at flogfarið, sum pápi teirra var við, var dottið niður.
Hesa løtu fyri 50 árum síðan gjørdist deyðatøgn innan teir fýra veggirnar, har mamman og omman til børnini sótu og bíðaðu eftir telefonini. Tað læt ikki í henni, og tíðin var líka sum steðgað upp. - Pápi tín var 32, tá hann doyði á havinum, letur í ommuni, sum situr og heldur í hondina á Judy, dóttrini og konu Poul Grunnveit, sum tey í hesi løtu ikki vita er livandi ella deyður.
Børnini fara út aftur at spæla, og tá hvørki omman ella mamman kundu siga teimum, hvussu vorðið var við pápanum, róptu tey til hini børnini, sum framvegis vóru uttan fyri, at ”… pápi er ikki deyður…” Meðan Judy rurar lítlu Sóley í svøvn, biðir hon í tí stilla hin altvaldandi um, at tað má vera satt, at maðurin og pápin til børnini er komin burtur úr vanlukkuni við lívinum.
Men, enn veit eingin nakað. Alt er í óvissu, og taknarnir ferðast víða. Í Mykinesi royna Poul Grunnveit og Knút Olsen, sum eru komnir burtur úr vanlukkuni við lívinum, sum skjótast at finna hjálp, og teir eru nú sum teir fyrstu á veg oman í bygdina. Teir fara í hvør sítt hús, og nú gongur ikki long tíð, til telefonin heima við hús í Haldarsvík ringir.
Í morgin er so 50 ára dagurin síðan vanlukkuna í Mykinesi, og í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar í dag, eru seks síður um hesa vanlukku, sum setti so djúp spor í gerandisdagin her heima. Hetta er alt tilfar, sum ikki hevur verið á prenti áður.
##med2##