Tríggjar av fimm eru nývaldar í nevndini hjá Heilsuhjálparafelagnum, sum hevði aðalfund um vikuskiftið Heilsuhjálparafelag Føroya hevði aðalfund leygardagin tann 18. Apríl.
Fyri nevndarvali stóðu: Hanna West úr Hvalba, Sunrid Thorsteinsson úr Vági og Jórun í Løðu úr Miðvági. Jórun í Løðu og Sunrid Thorsteinsson bóru seg undan afturvali.
Í nevndina vórðu valdar: Hanna West úr Hvalba, Mala Ólavsdóttir Olsen úr Gøtu og Joan Eilen Johansdóttir av Strondum. Elsa B. Joensen úr Klaksvík tók seg úr nevndini og í hennara stað varð vald Jacobina Niclasen úr Hvannasundi. Hanna Sørensen varð afturvald sum tiltakslimur.
Nevndin skipar seg við næstforkvinnu, kassameistara og skrivara.










