Lars Olsen hevði ikki sett liðið endaliga, tá landsliðið vandi á Tórsvølli í gjár. Hann hevur longu boðað frá, at onkrar broytingar verða.
Les eisini: Ronaldo verður ikki mansvardur
- Eg havi ikki tikið endaligu avgerðina enn, men tað verða upp til tríggjar broytingar, sigur Lars Olsen, sum vil hava nýggja orku inn á vøllin til í annaðkvøld.
Føroyar hava fyrr havt stórar trupulleikar, tá tveir dystir skulu spælast innan so stutta tíð.
- Tað er ikki tí, at allir ikki spældu væl í Lettlandi, men tað er fyri at fáa nýggja orku á liðið, sigur Lars Olsen.
Hann vil ikki siga hvørjar spælarar hann hugsar um at skifta. Lars Olsen hevur í upptaktini til hesa landsdystirnar tó víst á, at tað er helst á bakkunum og vengrunum, at tað er neyðugt at skifta, tá so stutt er millum dystirnar.