Blóðsprænurin stóð úr henni, og Christoffur noyddist at gevast við at berjast. Hetta kom illa við, tí sostatt stóð føroyska liðið uttan nakað umboð í –60 kg restina av kappingini. Serliga í finaluni var saknur í honum, tí hesin dysturin endaði við ógvuliga teprum sigri til 4-3 sigri til Rhodos, og hevði Christoffur barst, hevði úrslitið møguliga koppað okkara veg. Christoffur Olsen er tann triði í føroyska judolandsliðnum, sum hevur brotið nøsina. Hinir báðir eru Ragnar við Streym og Búgvi Poulsen.