Beint eftir middag í dag sást blunkandi løgreglubilur Yviri við Strond, samstundis sum bjargingarbáturin Lív loysti í Vágsbotni og fór við grøvandi ferð norður við landinum. Orsøkin til, at løgreglan var á ferð Yviri við Strond beint eftir middag í dag, var, at onkur hevði sæð eitthvørt á floti við Hólmafles út fyri Hoyvík.
Á løgreglustøðini verður sagt, at tankin um, at bátur kundi vera rendur á land og sokkin, førdi til, at bæði løgreglubilur og bjargingarbáturin Lív fóru til verka.
Men tá komið varð á staðið, vísti tað seg, at tað, sum fólk høvdu sæð úr landi, vóru tríggjar boyður, sum lógu um hesar leiðir.
- Sýnið var soleiðis um hetta mundið í dag, at reyðu boyðurnar sóust so væl, og tá bjargingarbáturin Lív kom norður, vísti tað seg, at boyðurnar vóru fastur í botni.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tey valdu at taka fráboðanina í álvara, sum eigur at verða gjørt í slíkum føri, men tíbetur var einki áfatt.










