Bítskir litir
Bítskir litir er, eins og Bítsk tøl, ið kom út í apríl og var uppseld beinanvegin, óvanlig, stuttlig bók. Saman við alskyns dýrum, sum springa upp, tá ið blaðað verður, kunnu børnini læra seg litirnar. Tey sleppa m.a. at síggja reyðgula krabban og lúnska bláa hávin. Teksturin í bókunum ber upp á rím, t.d. er tann um krabban soleiðis:
Krabbin er kringur
og klípir við klónum
og heldur seg altíð
í námind av sjónum.
Klíp, Klíp, klíp
So sært tú ein krabba,
ein reyðgulan knassa,
so far ei úr skónum,
tá tú fert at vassa.
Tað er stuttligt at læra seg litirnar, men ansa eftir fingrunum. Bítskir litir er 28 síður, innbundin og í litum. Bókin kostar 99 krónur. Hestprent stóð fyri prentgerðini.
Gomul børn - nýggj børn
Hetta er ein myndabók, ætlað teimum 4-7 ára gomlu, men sjálvandi kunnu bæði yngri og eldri børn fáa gleði av bókini. Myndirnar eru partvís sum í teknisøgum, har stuttligar viðmerkingar verða gjørdar í talubløðrum.
Bókin er um Jógvan, ið man vera eini 4-5 ár. Vinkonan hjá mammu hevur fingið eitt lítið barn, og Jógvan skilir ikki, hvat hon hevur gjørt við Lauru - barnið, sum hon átti áðrenn. Hevur hon gjørt sum pápin, tá ið hann keypti sær nýggja súkklu og seldi ta gomlu? Jógvan er ørkymlaður og bangin um hetta, men so fara mamma hansara og hann at vitja Lauru og tey, og nú fær hann skil á øllum.
Gomul børn - nýggj børn er 32 síður, innbunin og í litum. Bókin kostar 95 krónur. Hestprent stóð fyri prentgerðini.
Gandaskógvarnir
Gandaskógvarnir hjá vini mínum Percy er óføra stuttlig barnabók, ætlað teimum 8-12 ára gomlu.
Tað er ikki lætt at vera høvuðspersónurin, Uffi. Stóribeiggin fer illa við honum, og í skúlanum er hann als eingin hetja. Tá er Percy annar drongur, men hann eigur eisini einar serliga skógvar:
?Lissurnar vóru skoyttar. Sólarnir vóru næstan loysnaðir av. Løriftið omaná var grágrønt. Mest av øllum líktust teir sovorðnum grønum, hýggjutum ostum - og teir luktaðu eisini soleiðis. Hetta eru ikki einir heilt vanligir skógvar, segði Percy.?
Nei, løriftskógvarnir hjá Percy eru ikki sum aðrir skógvar. Teir eru gandaðir. Tá ið hann er í teimum, kann hann gera, hvat tað skal vera. Ganga á bumminum ella renna út fyri bilar. Ella geva Uffa ein frammaná, so hann sær bæði sól og mánar. Hevði Uffi bara átt hasar skógvarnar hjá Percy, so hevði hann verið líka so sterkur og djarvur sum hann! So Uffi savnar ymiskt hjá sær sjálvum og øðrum og skiftir um við Percy fyri gandaskógvarnar. Og hann verður av sonnum sterkur og djarvur - ja, hann kenst ikki aftur!
Gandaskógvarnir hjá vini mínum Percy er 114 síður við myndum, sum Olof Landström hevur teknað. Bókin kostar 108 krónur. Hon er umbrotin, prentað og heft á Einars Prent.