Tríggjar avlýsingar

Hvørki í Gøtu ella við Streymnes hættaðu menn sær undir nakað fótbóltsspæl í ófantaliga veðrinum.

Tað gjørdu teir tó í Leirvík, har VB/Sumba vitjaði. Men við støðuni 1-1 valdi dómarin tó at blása dystin av, tí líkindini als ikki vóru ítróttarliga forsvarlig longur.