Tríggir vinnarar eru um FM boðið

5-mannafør gentur Vágarnar settu rættuliga dám á tøttu kappingina millum gentumanningarnar, tá ið Beinta úr Miðvági vann, og Ørnin úr Sandavági endaði sum nummar trý

Gongdin og úrslitini í trimum teimum fyrstu kappingunum boða frá, at mest spennandi FM kappingin av øllum er tann millum 5-mannaførini við gentumanning.

Í Klaksvík vann Sílið, í Hvalvík vann Falkur, og á Eystanstevnu var tað Beinta úr Miðvági, sum kom fyrst á mál. Skiftandi úrslitini bera við sær, at tað er sera tætt millum tríggjar bátar í FM kappingini: Falkur hevur 19 stig, og Beinta og Sílið hava 17 stig!
Beinta var nummar trý bæði á Norðoyastevnu og á Sundalagsstevnu. Í fyrsta FM róðrinum var Beinta 15 sekund frá fremsta plássinum, og næstsíðsta leygardag var Beinta fýra sekund frá fremsta plássinum.
Hesa ferð var kappingin so tøtt, sum tað ber henni til at vera. Beinta og Falkur komu mest sum í senn á mál, og fjarstøðan aftur til Ørnina og Sílið var tilsaman minni enn ein bátslongd.

Soleiðis sum gongdin hevur verið higartil, so er tað ikki óhugsandi, at ein fjórði bátur kann fara at bjóða seg fram sum vinnara. Saman við Beintu hevur framgongdin hjá Ørnini verið tann størsta. Á Norðoyastevnu var Ørnin nummar sjey – 31 sekund frá vinnaratíðini. Á Sundalagsstevnu var Ørnin nummar fimm – 14 sekund frá vinnaratíðini. Og leygardagin varð Ørnin nummar trý – eitt sekund frá vinnaratíðini!

1 Beinta 05:31.09
2 Falkur 05:31.15
3 Ørnin 05:32.15
4 Sílið 05:33.01
5 Tjaldrið 05:39.17
6 Silja 05:43.02
7 Tambar 05:53.14

Støðan
1 Falkur 19
2 Beinta 17
3 Sílið 17
4 Tjaldrið 11
5 Ørnin 9
6 Silja 6
7 Tambar 3
8 Fípan Fagra 2