Tríggir vinnarar

Íslandssúlukappingin varð óvanliga spennandi í ár, og endin gjørdist at tríggir býttu fyrsta plássið. IM John Rødgaard bleiv tó kosin vinnari av kappingini við flestum mótstøðustigum

Talv

Telvað varð í frálíkum umstøðum í Tekniska Skúlanum, og væl bleiv fyriskipað av Klaksvíkar Talvfelag. 21 telvarar og seks umfør. Á www.talvkapping.subnet.dk ber til at síggja øll talvini úr kappingini.
Undan seinasta umfari lógu tríggir á fremsta plássi; IM John Rødgaard, Carl Eli N. Samuelsen og Finnbjørn Vang við fýra stigum av fimm møguligum. John og Finnbjørn hittust í veruligum finaluumfari, meðan Carl Eli hevði torføra uppgávu móti Ólavi Simonsen, sum lá hálvt stig aftari. Terji Petersen var eisini væl við í oddastríðnum, men tapti móti Herluf Hansen í seinasta umfarinum.

Góður stríðsvilji
Allir telvararnir sýndu góðan stríðsvilja, og í hvørjum umfari vóru mong talvini drúgv. Í seinasta umfarinum varð ei heldur nakar stuttur javnleikur.
Finnbjørn og John stríddust leingi, men støðan var allatíð nøkunlunda jøvn. Hetta ásannaðu teir eftir slakar fýra tímar og samdust teir tí um javnleik. Ein gott úrslit hjá Finnbjørn, sum hevði eina frálíka kapping við eitt nú at vinna á Olaf Berg, umframt javnleikurin móti John varð kærkomin.
John og Finnbjørn høvdu nú lagt seg á odda, og samstundis royndi Ólavur at vinna rókaendatalvið við meirfinnu móti Carl Eli, sum leingi sá út til at halda javnt. Men í tøkum tíma fann Ólavur eina góða plan, sum vann. Nærum fimm tímar vardi talvið. Ein fegin Ólavur, og ein heldur vónbrotin Carl Eli, sum fekk eitt fjórða pláss saman við Herluf Hansen.
Ólavur hevði annars eina misjavna kapping, við eitt nú tapi móti Herluf. Men sum ikki einaferð reistist hann við góðum endaspurti. Vinnararnir býttu virðislønirnar, sum vórðu methøgar, ímillum sín.

Toppurin:
1. John Rødgaard 4,5 av 6
2. Finnbjørn Vang 4,5
3. Ólavur Simonsen 4,5
4. Carl E. N. Samuelsen 4
5. Herluf Hansen 4

John legði væl út, men leikti javnt seinastu trý talvini (móti Carl Eli, Terja og Finnbjørn). Finnbjørn hevur nú eftir kappingina otað seg yvir 2000 í rating fyri fyrstu ferð, og eigur hann eisini lættliga at halda seg yvir hesum marki.
Sjey telvarar fingu 3,5 stig; Martin Poulsen, Olaf Berg, Terji Petersen, Tummas M. Anthoniussen, Ingolf Gaard, Esbern Christiansen og blaðunga gentan Herborg Hansen úr Klaksvík (!). Hon vann eisini eina ratingvirðisløn sum besti telvari undir 1500 í rating, so hetta varð ein megnar kapping hjá henni.
Nólsoyingurin Bjørn E. Thomsen luttók fyri fyrstu ferð í einari talvkapping, og væl gekst. Hann fekk trý stig, og vísti til tíðir gott spæl og hugflog. Vónandi fer hann at halda fram við kappingartelving.