Lisitatión hevur verið til útbygging av parkeringsøkinum hjá Vága Floghavn
Í dag, 31. mai, hevur lisitatión verið uppá arbeiði at útbyggja parkeringsøki hjá Vága Floghavn og bygging av lonum til ferðafólk á sjálvum parkeringsøkinum.
Ætlanin er, at parkeringsøki verður víðka frá teimum 330 parkeringspláss sum eru í dag, til umleið 830 parkeringspláss. Harumframt koma parkeringspláss til starvsfólk og annað. Samlaða arbeiðsøki er 38.760kvm.
Sp/f Ráð hevur staðið fyri heildarráðgevingini, og Zeta Arkitektar hava sniðgivið øki. Sp/f Viggo A.
Hansen hevur ráðgivið í samband el og ljós. Metingin uppá arbeiði var 42,9 milliónir krónur.
Fýra virkir vóru boðin at lata inn tilboð uppá arbeiði, og inn komu trý tilboð um arbeiðstøku. Inn komu hesi tilboðini: J&K Petersen hevði bíligasta tilboðið, 40,5 milliónir krónur. Tilboðið frá Articon var upp á 42,5 milliónir krónur og frá TG Verk á 44, 7 milliónir krónur.
Vága Floghavn fer nú saman við ráðgevunum at gjøgnumganga tilboðini, og hyggja nærmari uppá tey møguligu fyrivarni sum liggja til grund fyri tilboðunum.