Verkfrøðingaútbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum eru liður í miðvísu menningarætlanini hjá Fróðskaparsetrinum at menna og betra føroyskan førleika.
Nýggju oljuverkfrøðingarnir eru Heðin Abrahamsen og Halgir Arge, sum hava skrivað BS-ritgerð í felag um alisfrøðiligar parametrar í føroyskum basalti við støði í kjarnuboringini frá Vestmanna í 1980.
Nýggi elektroverkfrøðingurin er Viggo Johansen. Í BS-ritgerðini hevur hann kannað støði fyri at uppbyggja eina nýggja fartelefonskipan í Føroyum.










