Teir tríggir heilagu kongarnir vóru vísmenn úr Eysturlondum, eins og greitt verður frá í Matteus-evangeli’inum kapitli 2 og ørindi 1 og 2:
“Men tá ið Jesus var føddur í Betlehem í Júdeu, á døgum Heródesar kongs, sí, tá komu nakrir vísmenn úr Eysturlondum til Jerúsalem og søgdu: »Hvar er hin nýføddi Jødakongurin? Tí at vit hava sæð stjørnu hansara har eysturi, og vit eru komnir at tilbiðja hann”.
Talan er eftir øllum at døma um stjørnuspámenn úr Babylon, og sum við tilbiðjan síni av Jesus-barninum fingu Messias-játtanina um at fólkasløgini skuldu heiðra Ísraels Gudi, til dømis í Sálmi 72, at ganga út:
“Kongar frá Tarsis og fjarløgdum strondum munnu gávur honum bera. Kongar av Sába og kongar av Sjeba munnu skattir gjalda; og allir kongar fyri honum níga, øll fólkasløg honum tæna”.
Hjá Jesaja kapitli 60 og í ørindi 5-6 stendur soleiðis skrivað:
“Tá skalt tú síggja og lýsa av gleði, og hjartað í tær skal titra og víðkast; tí at havsins ríkidømi skal horva til tín, heidninganna ognir skulu koma til tín. Mongd av kamelum skal fjala teg, kamelfolar úr Midian og Efa; allir skulu teir koma úr Sába, gull og roykilsi skulu teir bera, og lov Harrans skulu teir kunngera”.
Og um lisið verður víðari hjá Matteusi, kap, 2,11 stendur soleiðis:
“Og teir fóru inn í húsið og sóu barnið hjá Mariu, móður síni; og teir løgdust á knæ og tilbóðu tað; og teir lótu upp goymslur sínar og bóru tí gávur: gull og roykilsi og myrru”.
Kirkjufedrarnir hava tulkað hesar gávurnar sum symbol uppá kongatign Kristusar (gullið), guddómleika Hansara (roykilsið) og líðing Hansara (myrra).
Navn ella signing
Frásøgnin í Matteus-evangeli’inum um vísmenninar kunnu metast sum ein halgisøga, sum ynskir at siga eitt sindur um persónin Jesus. Tað stendur tí ikki nakrastaðni, at teir vóru kongar og heldur ikki at teir vóru tríggir í tali.
Origenes úr Alexandria (umleið 254 eftir Kristi føðing) er tann fyrsti, ið tosar um, at talan var um tríggjar menn, sum umboðaðu teir tríggjar heimspartarnar ið ein kendi í fornøldini: Asien, Afrika og Europa. Tað er eisini orsøkin til, at ein teirra ofta verður lýstur myrkur á liti. Í 11. øld fingu teir tríggir eisini navn: Kaspar, Melchior og Balthasar.
Í stjørnumessuni - Trettanda (Hellig Tre Kongers dag) - sum er 13 dagar jóla, 6. januar, fóru fólk í miðøldini út á gøturnar í skrúðgongu við prestum, sum umboðaðu vísmenninar og tí gingu í skrýddum kappum, á odda. Syngjandi gingu tey inn í kirkjuna og fram til jólakrubbuna, har ein fór á knæ frammanfyri barnið og góvu gávurnar.
Seinni gjørdist tað siður at flyta Trettanda-haldið út um kirkjuna. Tað fólksliga Trettanda-haldið fór nú frá húsi til hús, har hvørt einstakt heim varð vælsignað. Við kriti skrivað ein C+M+B og árstalið omanfyri dyrnar (til dømis í ár: 20 C+M+B 10), meðan ein bað eina bøn um vælsignilsi. Teir tríggir bókstavirnir bera nøvnini á kongunum, men eru helst meiri at meta sum bønin: Christus Mansionem Benedicat - tað er: Mátti Kristus vælsigna heim títt.
Í Katólsku kirkjuni verður Trettandi hildin sum dagurin, tá Harrin opinberaði seg - tað er: hendingin, sum vísti fyri heiminum, at Gud gjørdist menniskja, ikki bert fyri jødar, men eisini fyri heidningar, ja, fyri øll fólkasløg í heiminum, sum verða umboðað at teimum trimum vísmonnunum, og at Kristus er ljósið hjá menniskjum og ein leiðarstjørna, sum eins og ljósið frá stjørnunum leiða tey, sum søkja Hann og leingjast eftir at tilbiðja hann, til fjósið í Betlehem.
Kelda: Kirsten Kjærulff, Kristeligt Dagblad)
mynd
TEIR TRÍGGIR
Fólk eru ójøvn á máli um, hvussu nógvir vísmenn vóru. Mong halda, at teir bert vóru tríggir, orsakað av teimum trimum gávunum ið eru nevndar. Tað er kortini væl hugsandi, at teir hava verið fleiri ið fóru ta longu leiðina úr Eysturlondum at finna Jesus-barnið