Tríggir í uppskoti til besta leikara í Evropa

Tveir leikarar hjá Real Madrid og ein hjá Atlético Madrid eru tilnevndir

Hvørt ár heiðrar UEFA tann fótbóltsleikaran, sum evropeiska fótbóltssamgongan metir hevur verið bestur í farna kappingarárinum. Siðvenja er, at tríggir leikarar eru í uppskoti, sum síðani verða atkvøddir ímillum tey, sum eru til staðar, tá ið árliga lutakastið til bólkaspælið til Champions League verður hildið síðst í august í Monaco.

 

Í dag eru hesir tríggir leikararnir blivnir tilnevndir. Teir eru Cristiano Ronaldo og Gareth Bale hjá Real Madrid og Antoine Griezmann hjá Atlético Madrid. Real Madrid við bæði Ronaldo og Bale vunnu Champions League-finaluna ímóti Griezmann og Atlético í mai - dysturin endaði 1-1 eftir vanliga leiktíð, áðrenn Real Madrid tryggjaði sær sigurin eftir brotssparkskapping.

 

Antin Ronaldo ella Bale mugu nokk roknast fyri at vera favorittar av tí einføldu orsøk, at teir eru Champions League-vinnarar. Og tá ið tað aloftast plagar at vera antin Lionel Messi ella Cristiano Ronaldo, ið vinna slíkar heiðrar, so má Ronaldo nokk roknast fyri at vera favoritturin at vinna hendan heiðurin.

 

Í fjør vann Lionel Messi heiðurin, men ein nýggur vinnari skal finnast 25. august, tá ið lutakastið til bólkaspælið til komandi Champions League-bólkaspælið verður hildið.