Í hesum døgum eru Jann Ingi Petersen, Marni Djurhuus og Poul N. Poulsen í Danmark og venja við donskum feløgum
Jann Ingi Petersen frá B68 venur við danska 2. deildar felagnum Fremad Amager, og Marni Djurhuus úr EB/Streymi og Poul N. Poulsen úr VB venja við Brøndby í danska høvuðsstaðnum.
Talan er ikki um beinleiðis royndarvenjing, men heldur um at leikararnir skulu fáa nakrar royndir í øðrum londum á ungum árum, so at teir eru betri fyri til framtíðar avbjóðingar.










