Um vikuskiftið fekk tjaldursparið á Hotel Føroyum tríggjar smáar ungar. Enn er eitt egg eftir í reiðrinum.
Tann 26. apríl skrivaði Portalurin, at eitt tjaldur aftur í ár hevur bygt sær reiður uttan fyri Clintonsvituna á Hotel Føroyum.
Eitt vevmyndatól stendur soleiðis, at til ber at eygleiða gerandisdagin hjá tjaldursfamiljuni.
Tólið tekur nýggja mynd hvørt 5. sekund og liggur undir teiginum ”vevmyndir” á Portalinum.
Fleiri fólk hava sent Portalinum myndir av tjaldursungunum, sum komu úr reiðrinum uttan fyri Clinton-svituna í leygardagin. Men, sum vera man, verða smáu tjaldursungarnir væl vardir av foreldraparinum. Tí ganga eisini langar løtur ímillum, at vit sleppa at síggja ungarnar. Hetta er bara, tá mamman og pápin skiftast um at leggja seg á reiðrið.
Men Portal-lesarar hava tíbetur ómakað sær við at goyma myndir av ungunum, tá teir eru komnir til sjóndar, og hava sent tær til Portalin.
Jóhannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum, sigur, at tað er ómetaliga hugaligt at eygleiða tjaldursfamiljuna. Og nú veðrið batnar og ungarnir eru komnir, fara tey helst at seta eitt betri myndatól upp uttandura. Higartil hevur tólið staðið inni, og tí hevur myndagóðskan ikki verið so góð.
Tjaldursungar halda ofta til í grýtutum lendi, har teir verða væl kamufleraðir. Uttan fyri Clinton-svituna á Hotel Føroyum er lendið grýtut við skervi, sandi og skeljum av ymsum slag. So har er gott at krógva seg hjá smáu tjaldursungunum. Tí, sum Jóhannes Jensen sigur: Nú vóna vit bara ikki, at likkurnar taka ungarnar.
Eisini í fjør reiðraðist eitt tjaldurspar uttan fyri vindeygað í Clinton-svituni, og vakti tað sera stóran ans bæði her á landi og uttanlands. Tá fekk parið trý egg og seinni tríggjar tjaldursungar, og búðu familjan á hotellinum nærum alt summarið. Óvist er, um tað er sama par, sum hevur sett búgv á staðnum í ár. Eisini gjørdu nógv fólk vart við seg tá, og brøv komu úr Týsklandi, Noregi og Danmark, umframt frá fuglavinum og øðrum áhugaðum úr Føroyum.
--
VISTI TÚ?
Tjaldrið (Haematopus ostralegus) er 45 cm til longdar, og er at síggja alt summarið í Føroyum.
Tjøldrini koma til landið umleið 12. mars, og sagt verður, at tey hava fult reiður tann 3. mai.
Eitt tjaldursreiður er ein lítil kulla, ið kann verða klødd innan við smásteinum og skeljum. Eggini eru gulbrún við myrkabrúnum plettum og strikum, og tey eru uml. 57 x 40 mm til støddar. Ungarnir klekjast eftir 25 døgum. Tjaldrið er ein av teimum fáu vaðfuglunum, ið fóðrar ungar sínar. Tá foreldrafuglurin t.d. hevur fangað ein maðk, verður hann lagdur frammanfyri ungan, sum so etur hann. Ungarnir halda ofta til í grýtutum lendi, og har eru kamoflasjulitirnir hjá ungunum tann besta verjan.
Kelda: Wikipedia










