Tríggir undangongumenn í Hoyvíkar kirkju

Sverri Steinhólm fer at halda fyrilestur um Gudmund Bruun, Emil Joensen og Janus Øssurson.

Týskvøldið 19. apríl kl. 19.30 verður Miðvika í Hoyvíkar kirkju, har Sverri Steinhólm, prestur, fer halda fyrilestur um teir tríggjar samtíðarmenninar, Gudmund Bruun, Emil Joensen og Janus Øssurson. Allir tríggir høvdu ein týðandi leiklut í arbeiðnum hjá Santa Ólavs kirkjuliði og Kristiliga Ungmannafelagnum í Keypmannahavn. Í fyrilestrinum kemur Sverri eisini inn á teirra mentunar- og kristiligu ávirkan bæði í Føroyum og í Keypmannahavn.


Tá Santa Ólavs kirkjulið í Keypmannahavn í november í fjør fylti 100 ár, varð ljós varpað á hesar tríggjar undangongumenninar. Tá helt Sverri Steinhólm fyrilestur um Ungmannafelagið.


Í sambandi við gudfrøðilestur sín í Keypmannahavn, skrivaði Sverri høvuðsuppgávur um ávikavist Santa Ólavs føroyska kirkjulið í Keypmannahavn, við serligum atliti til Gudmund Bruun og arbeiði hansara millum føroyingar í Danmark, og Hitt Føroyska Kristiliga Ungmannafelagið í Keypmannahavn, við serligum atliti til Emil Joensen og hansara tulking av “tí føriska” og “tí kristiliga”.


Kirkjuliðið varð stovnað í 1915 og Ungmannafelagið í 1918. Um tað mundið vóru tað bara tvey virkin feløg millum føroyingar í Keypmannahavn: Føringafelag – stovnað 1881 og Studentafelagið – stovnað 1910. Gudmund Bruun var við til at stovna Studentafelagið og Emil og Janus sótu fleiri setur í nevndunum í hesum feløgum.


Fyrilesturin um teir tríggjar undangongumennirnar verður sum sagt í Hoyvíkar kirkju nú týskvøldið kl. 19.30. Aftaná verður drekkamunnur í kirkjukjallaranum, og tá verður eisini høvi hjá fólki at seta Sverra spurningar.