Tveir dystir vóru leiktir í FTZ-deildini í dag.
Team Klaksvík vitjaði í Kollafirði, og úrslitið var, at Team Klaksvík vann 32-28. Team Klaksvík legði góðan botn undir sigrinum í fyrra hálvleiki. Tá liðini fóru til steðgin vóru klaksvíkingar á odda 19-13.
Hans Eli Sigurbjørnsson var toppskjútti hjá KÍF við 10 málum. Ludvík Súnason var toppskjútti hjá Team Klaksvík við níggju málum.
Í Vestmanna vann StÍF ein greiðan 31-25 sigur á VÍF. Í steðginum vóru eisini seks mál á muni. Tá vóru strandingar á odda 16-10.
Filip Jojic gjørdist toppskjútti hjá VÍF við 12 málum. Sveinur Justinussen gjørdist toppskjútti hjá StÍF við sjey málum.
Í hvonndeildini helt VB lív í FM-finaluvónini við einum góðum 25-19 sigri á Stjørnuni í KÍ-høllini í Klaksvík. Í steðginum var javnleikur 11-11.
Toppskjútti hjá Stjørnuni var Jansy Jacobsen við sjey málum. Gurið K. Augustinussen gjørdist toppskjútti hjá VB við átta málum.
Hvonn-liðið hjá VÍF var einasta heimaliðið sum vann í dag. VÍF vann 27-22 á StÍF, sum liggur aftast við bara einum stigi. Í steðginum vóru vestmannakvinnur á odda 12-7 so strandakvinnur megnaðu javnleik í seinna hálvleiki, sum var eitt gott avrik hjá teimum.
Durita Jojic var toppskjútti hjá VÍF við 10 málum. Erla Petersen og Rebekka Justinussen gjørdust toppskjúttar hjá StÍF við fimm málum hvør
Støðurnar í Hvonndeildini og í FTZ-deildini (kelda: hsf.fo) :
(Hvonndeildin)
VÍF | 16 | 481 | 361 | 120 | 29 |
KYNDIL | 16 | 447 | 340 | 107 | 26 |
VB | 16 | 427 | 351 | 76 | 22 |
NEISTIN | 16 | 369 | 381 | -12 | 15 |
STJØRNAN | 16 | 364 | 400 | -36 | 10 |
H71 | 16 | 348 | 413 | -65 | 9 |
STÍF | 16 | 252 | 442 | -190 | 1 |
(FTZ-deildin)
NEISTIN | 15 | 389 | 336 | 53 | 24 |
H71 | 15 | 384 | 375 | 9 | 21 |
KYNDIL | 14 | 348 | 334 | 14 | 15 |
VÍF | 14 | 411 | 405 | 6 | 14 |
TEAM KLAKSVÍK | 16 | 386 | 416 | -30 | 14 |
STÍF | 15 | 401 | 421 | -20 | 9 |
KÍF | 15 | 377 | 409 | -32 | 7
|