Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tveir persónar eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Ein persónur er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanningini á flogvøllinum.
Í gjár vórðu 670 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 176.383 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 528 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 506 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 22 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.