Tríggir tiknir fyri rúsdrekkakoyring

Løgreglan fangaði tríggjar bilførarar í at koyra við kenning hetta vikuskiftið

Tríggir mans hava meir ella minni spælt sær av við koyrikortið hetta vikuskiftið fyri at koyra við kenning ella fyri spirituskoyring.

Ein bilførari varð tikin umleið klokkan hálvgum eitt í Hoyvík fyri at koyra við kenning. Klokkan hálvum fimm somu náttina steðgaði løgreglan einum bili mitt í Havnini, og vísti tað seg at vera enn ein ávirkaður bilførari. Hvørt talan var um promillu- ella spirituskpyring hjá hesum báðum, verður ikki nevnt í rapportini, men er talan í øllum førum um ávirkan omanfyri 0,5 promille.

Tann triðji í røðini varð tikin í Klaksvík sunnunáttina beint eftir midnátt. Hesin koyrdi við meira enn einari kenning, also spirituskoyring.

Seinni fekk løgreglan í Klaksvík fráboðan um, at ein maður var til ampa inni í »Maverick« í Klaksvík, og talan vísti seg at vera um sama mann. Tá løgreglan kom á staðið, hevði hann tó gjørt seg til at fara avstað, og tað var tí ikki neyðugt at hjálpa honum til hús.

Í Klaksvík var eisini ein fráboðan um stuldur. Um klokkan fýra leygardagin fekk løgreglan eina fráboðan um at ein pengakassi var stolin frá eini fyritøku í Klaksvík. Illgruni var um ein persón, at hesin skuldi hava framt stuldurin, og tá løgreglan setti seg í samband við viðkomandi, játtaði hesin seg so sekan í stuldrinum.