Tríggir tiknir fyri ferð

Ferðsluløgreglan var leygarkvøldið úti við ferðmátaranum, og tríggir ungir mans duttu í felluna. Mátingarnar vórðu gjørdar í Kaldbaksbotni, har førarar mangan hava hug at koyra heldur skjótt á tí góða og breiða vegnum.
Teir tríggir førararnir vórðu allir tiknir fyri at koyra umleið 120 kilometrar um tíman. Hetta hevur við sær, at teir væntandi fáa ein treytaðan dóm og skulu upp til nýggja koyriroynd. Tað vil siga, at um teir bróta ferðslulógina einaferð næstu trý árini, missa teir koyrikortið treytaleyst.