Tríggir svimjarar til kapping í Svøríki

Svimjing: Turið Johannessen, Heidi Andreasen og Esther Gaard Hansen skulu vera við í Malmö Open um vikuskiftið

Í vikuskiftinum 13. og 14. februar fara tríggir rørslutarnaðir svimjarar at luttaka í kappingini Malmö Open. Ymisk lond luttaka í hesi kapping: Noreg, Svøríki, Danmark, Estland, Ísland, Finnland og Holland, og umleið 100 svimjarar eru við.

Kappingin er bæði fyri ungdómsbólkin (1984 og yngri), juniorbólkin 1981-83, og fyri vaksin. Nakrir fáir svimjarar, sum vanliga luttaka í stórum kappingum úti í heimi, eru við.

Føroysku luttakararnir eru Turið Johannessen, Heidi Andreasen og Esther Gaard Hansen. Dagliga venja genturnar við Havnar Svimjifelag. Sum ein liður í fyrireikingunum til hesa kappingina hevur liðið verið á venjingarlegu í Vági í januar.

Í august mánaði verður europameistarakapping í Braunschweig í Týsklandi, og vónandi megnar onkur teirra at koma undir kravtíðirnar, sum eru settar. Onkur teirra nærkast tíðunum, so tað verður spennandi at frætta, hvussu gongst í Malmö. Ferðaleiðari og venjari verður Katrin D. Johansen.