Tríggir sterkir kandidatar

Fótbóltssambandið tykist hava gjørt sítt fótarbeiði til lítar. Teir tríggir, sum nú kandidera til landsliðsvenjarasessin, hava allir framúr kvalifikatiónir, og allir tríggir passa teir beint til vangamyndina, sum er teknað av FSF

Fótbóltur

 

Í morgin hevur starvsnevndin hjá FSF fund. Á skránni er eittans mál – setanin av landsliðsvenjara. Ella rættari, so skal starvsnevndin á hesum fundi taka støðu til, hvønn av teimum seinastu trimum kandidatunum farast skal eftir.

Sambært FSF-forsetanum, Høgna í Stórustovu, vóru upprunaliga eini 20 nøvn á listanum, men eftir standa nú trý nøvn, sum øll so ella so hóska til vangamyndina, sum starvsnevndin hevur teknað av komandi venjaranum. Ein vangamynd, sum staðfestir, at talan skal verða um ein venjara, sum ikki bara skal røkka settum málum við A-landsliðnum, men sum eisini skal virka til at menna samlaða føroyska landsliðskonseptið, og sum heldur enn gjarna eisini skal virka til menning av føroyskum fótbólti í breiðum felagshøpi.

 

Nøvnini

Fyri tveimum vikum síðani staðfesti Høgni í Stórustovu, at teir tríggir, sum vóru eftir á listanum, komu úr trimum ymsum londum.

Setningurin var tá komin somikið langt, at Fótbóltssambandið var í ferð við at kanna endaliga, um allir hesir tríggir vóru sinnaðir at koma til ítøkiligar samráðingar.

Tað vóru teir, og fyri góðari viku síðani kundi forsetin staðfesta, at nýggi landsliðsvenjarin verður antin norðurlendingur ella breti.

Undan hesum hevði Fótbóltssambandið longu verið eitt legg í Íslandi, men tíðarfaktorurin og eitt her-og-nú tilboð til Guðjón Tórdarson bar við sær, at hesin í ótíð varð strikaður sum kandidatur.

Heilt slept íslendska møguleikanum hevði FSF tó ikki. Sambandið millum FSF og íslenska pendantin, KSÍ, hevur altíð verið gott, og í íslendska venjaratoyminum hava føroyingar funnið serbiska Luka Kostic, sum tó hevur íslendskt pass.

Næsta norðulendska navnið er ikki óvæntað danskt. Í eini tíð hevur tað ljóðað fyri vist, at fyrrverandi hjálparvenjarin og U21-landsliðsvenjarin hjá Danmark, Flemming Serritslev er ein av kandidatunum. Skjótt 62 ára gamli Serritslev hevur sera drúgvar royndir sum venjari, og umvegis venjaraútbúgvingina hjá DBU hevur hann eisini áður verið í samband við FSF.

Bratska navnið á listanum kemur úr Skotlandi. Sambært skotskum tíðindamonnum, sum vit hava verið í sambandi við, eru longu nakrar vikur síðani, at FSF formliga var í sambandi við ein kandidat.Og í fleiri mátar er Colin Calderwood kanska mest spennandi navnið á stutta listanum. Longu 21 ára gamal var hann liðskipari hjá Swindon, sum hann var við til at spæla úr fjórðbestu upp í bestu ensku deildina.

Ein av venjarum hansara her var argentinski Osvaldo Ardiles, og hesin keypti Calderwood við sær, tá hann gjørdist venjari í Tottenham. Og á skotska landsliðnum gjørdist talan eisini um 37 landsdystir – harav ein var ein 1-1 javnleikur á Svangaskarði. Umframt Ardiles hevur Calderwood eisini arbeitt saman við Glenn Hoddle, og tá hann gjørdi av at seta gaggurnar á hillina, gjørdist hann alt fyri eitt venjari hjá eykaliðnum hjá Tottenham, sum støðugt hevði samband við hann, hóast seinastu aktivu árini vórðu spæld í øðrum feløgum. Nakað sum millum annað bar við sær, at hann í tveimum umførum hevði ein blaðungan Jón Róa Jacobsen til royndarvenjingar.

 

Hóska til profilin

Felags fyri teir tríggjar er, at teir allir hóska til vangamyndina, sum starvsnevndin hjá FSF hevði teknað av einum komandi landsliðsvenjara.

Luka Kostic hevur í fleiri ár verið partur av venjaratoyminum kring íslendsku U-landsliðini. Umframt venjaraútbúgvingina hevur hann eisini nomið sær vitan innan føðslu og heilsu, eins og hann hevur leiðaraprógv frá íslendska handilsháskúlanum.

Flemming Serritslev er við eini fortíð í Vejle partur av kanska fremsta danska fótbóltsskúlanum. Hann er í toppinum av danska venjarahierarki’num, og av føroysku starvsfeløgunum verður hann heilt víst mettur sum ein maður, sum kann koma við hollari vegleiðing og stuðuli til samlaða føroyska venjaratoymið.

Calderwood hevur kanska ikki somu royndir við yngru landsliðunum, men á altjóða pallinum er hann meira enn hinir profilurin, sum kann vekja ans. Sum fyrrverandi profilur í fremstu ensku røðini vekir hann eina náttúrliga virðing millum spælararnar. Og so skal altso leggjast afturat, at royndirnar ikki eru heilt ongar, hóast alt. Í Tottenham hevur hann staðið í læru í einum av mest virdu ensku fótbóltsskúlunum, har hann eisini hevur staðið við ábyrgd av spælaramenningini. Í Northampton Town og Nottingham hevur hann hóast fáar midlar vunnið uppflyting. Og við monnum sum Lou Macari, Osvaldo Ardiles, Craig Brown, George Graham, Gerry Francis og Glenn Hoddle sum lærumeistarunum er tað ikki íblásturin, sum restar.