Tríggir starvsdagar hjá Barnatannarøktini

Mikudagin 1. juni 2005 høvdu trý av starvsfólkunum á Barnatannarøktini hjá Tórshavnar kommunu í Tórsgøtu í Havn ávikavist 20 og 10 ára starvsdagar. Tær vóru Alma Hansen og Karla Dahl, sum høvdu 20 ára starvsdag, og Anna Magnussen, ið hevði 10 ára starvsdag

Umboð fyri Tórshavnar kommunu, saman við borgarstjóranum Heðini Mortensen, komu á gátt og handaðu teimum trimum blómur á starvsdegnum.

Alma Hansen, tannrøktari, hevði 20 ára starvsdag 25. februar 2005.
Alma er uppvaksin í Funningsfirði. Hon var fyrst útbúgvin sum klinikkassistentur, men fór í 1988 undir víðari útbúgving til tannrøktara. Var liðug sum tannrøktari í juni 1990 og frá mars 1991 hevur Alma starvast hjá Barnatannarøktini í Tórshavnar kommunu sum tannrøktari burturav.
Alma er gift við Emil Jacobsen, ið er lærari, saman hava tey trý børn: Sunneva 13 ár, Sólbjørg 10 ár og Steinar 2 ára gamal. Tey búgva á Skála.

Karla Dahl hevði 20 ár starvsdag 1. juni. Karla, f. Thomsen, er ættað úr Syðrugøtu. Hon fór í læru sum klinikkassistentur hjá Magnusi Jensen, tannlækna, í 1973. Frá 1980-83 búði familjan í Grønlandi. Seinastu 20 árini hevur hon starvast hjá Barnatannarøktini. Karla var gift við Kristian Dahl, ið doyði í 1998. Hon hevur 3 børn, Paula 24, Fróði 19 ár og Sveinur 10 ár

Anna Magnussen hevði 10 ára starvsdag 1. juni. Anna, f. Dam, er úr Havn og hon er útbúgvin klinikkassistentur. Hon er gift við Magnus Magnussen, úr Havn. Tey eiga 4 børn: Heine 22 ár, Terji 19 ár, Guðrun 17 ár og Turið 7 ár.