Tríggir smáir stormskaðar í nátt

Tað var heilt nógvur vindur summastaðni - og tað verður aftur stormur seinni í dag

Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur í nátt og tíðliga í morgun, og løgreglan sigur, at tey hava fingið tríggjar fráboðanir um stormskaðar.

Men teir vóru smáir, so teir vóru skjótt avgreiddir. Ovarliga í Havnini vóru nøkur bretti tikin av vindi, og stutt eftir fóru nakrar takplátur, sum lógu í einum túni, eisini á flog, men tann støðan varð skjótt bjargað.

Á Kambsdali fór ein handilsgluggi ígjøgnum, og har mátti sløkkiliðið upp í leikin at negla plátur fyri vindeyga.

Hann sigur eisini frá rættiliga nógvumvindi seinni í dag, heilt upp í storm í hvirlunum út á seinnapartin, og í alla nátt.