Tríggir skulu telva um FM

Talv: Fyri fyrstu ferð nakrantíð skal FM fyri einstaklingar avgerast í umdysti millum tríggjar telvarar

Eingin avgerð fall páskaaftan um, hvør skal bera heitið FM vinnari fyri einstaklingar í talvi í ár 2000.

John Rødgaard var eitt hálvt stig undan trimum undan síðsta umfarinum. John hevði seks stig, og Flóvin Þór Næs, Torbjørn Thomsen og Eyðun Nolsøe høvdu fimm og eitt hálvt stig í part.

Eyðun Nolsøe fekk javnt móti FM vinnaranum 1999, Heina Olsen, meðan Flóvin og Torbjørn vunnu á ávikavíst Martini Brekká og Herlufi Hansen, og so endaðu tríggir telvarar á seks og einum hálvum stigi.

? Tað er fleiri ferðir áður komið fyri, at tveir telvarar hava staðið javnir, tá kappingin hevur verið liðug. Men hetta er fyrsta ferðin, at tríggir telvarar hava verið javnir, tá kappingin hevur verið liðug.

Hetta staðfestir, Rani Nolsøe, sum er stak væl nøgdur við FM kappingina, sum í páskafrítíðini var í Eydnuni á Oyrabakka.

Rani Nolsøe veit ikki at siga okkum, nær teir tríggir fara at telva um, hvør skal vinna FM:

? Vit hava ikki gjørt nakra avtalu við telvararnar. Nú fara vit at spyrja teir, nær tað passar teimum best at telva. Teir búgva ikki allir í Føroyum, og tí rokni eg ikki við, at umdysturin verður nú beinanvegin. Men kanska verður hann um einar tveir mánaðir. Vit fara fyrst at spyrja teir í Sundalagnum, um teir vilja taka á seg í samstarvi við Talvsambandið at skipa fyri umdystinum. Um tað liggur fyri hjá teimum, so verður dysturin í Eydnuni. Um tað ikki liggur fyri hjá teimum, so finna vit eina aðra loysn, sigur Rani Nolsøe.

Tá tveir telvarar hava luttikið í umdystinum, hava teir onkuntíð telvan fýra talv, og onkuntíð hava teir telvað tvey talv.

Rani Nolsøe sigur, at teir hava ikki enn gjørt av, hvussu umdysturin skal ganga fyri seg. Hetta fara teir í Talvsambandinum at tosa um innanhýsis, og so fara teir eisini at tosa við telvararnar:

? Tað eru fleiri møguleikar. Ein møguleiki er, at teir telva eitt talv móti hvørjum øðrum. Hetta ber tann fyrimunin í sær, at tað fer at bera til at avgreiða umdystin eftir einum vikuskifti. Vansin við hesi skipanini verður tann, at teir fara at hava hvíta ella svarta fólkið. Um vit semjast um, at teir skulu telva tvey talv móti hvørjum øðrum, so telva teir eina ferð við hvíta fólkinum og eina ferð við svarta fólkinum móti hvørjum øðrum. Vansin við hesi skipanini verður, at tað fer at taka meiri enn eitt vikuskifti at avgreiða kappingina. Men nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður, sigur Rani Nolsøe.


Ólavur dragnaði

Tá fimm umfør vóru telvað, var tað Ólavur Simonsen, sum lá undir liðini á John Rødgaard í kappingini um fremsta plássið. Men í seinnapartinum av kappingini var úrtøkan hjá Ólavi soltnari, enn hon var í fyrra partinum.

Lyklatalvini hjá Ólavi vóru í sætta og áttanda umfarinum, tá hann við svarta fólkinum tapti móti Flóvini Þór Næs og Eyðuni Nolsøe. Harvið misti Ólavur møguleikan at blanda seg í toppin. Í níggjunda umfarinum hevði javna talvið hjá honum móti John Rødgaard við sær, at hesin seinni nevndi ikki einsamallur endaði á toppinum.

Sum vit søgdu í síðstu viku, so misti meistarin frá 1999, Heini Olsen, eitt fet beinanvegin, tá hann tapti móti John Rødgaard. Úrslitið hjá Heina Olsen ? eitt sætta pláss ? er tað lakasta, síðani hann í 1989 fyrstu ferð luttók í meistarabólkinum.

Merkisvert er, at Heini Olsen í seks av teimum níggju talvunum fekk eitt hálvt stig, meðan hann bara tapti móti John Rødgaard.


Komu aftanífrá

Eyðun Nolsøe fekk eina syndarliga byrjan, tá hann tapti tvær ferðir. Síðani gekk sum eftir ánni hjá Eyðuni, sum var sera tryggur og telvaði við stórum sjálvsáliti. Móti Heina Olsen endaði tað í síðsta umfarinum javnt, men frammanundan hevði Eyðun vunnið seks talv á rað. Harvið gjørdist FM vinnarin í 1995 eitt hálvt stig ov stuttur til at blanda seg í kappingina millum teir tríggjar fremstu.

Flóvin Þór Næs var undan kappingini mettur sum ein av møguleikunum at vinna FM, meðan Torbjørn Thomsen var mettur sum ein out sidari. Felags fyri teir báðar var, at teir høvdu stóra úrtøku seinnapartin av kappingini. Í áttanda umfarinum endaði innanhýsis uppgerðin teirra millum javnt, og í síðsta umfarinum vunnu teir báðir sannførandi.

Vit nevndu í blaðnum í síðstu viku, at nógv bendi á, at Flóvin Þór Næs fór at vinna talvið móti Carl Eli Nolsøe Samuelsen, sum í fyrstu atløgu varð sagt at vera javnt, og soleiðis var tað.


Hinir bólkarnir

Í almenna bólkinum var ungi havnarmaðurin, Martin Poulsen, sera sannførandi. Hann fekk sjey og eitt hálvt stig av átta møguligum. Hetta varð mett sum eitt stak gott úrslit, og tað verður við spenningi sæð fram ímóti, hvussu tað fer at roynast hjá Martini í framtíðini. Einasta hálva stigið, sum hann misti, var móti Helga Joensen av Toftum.

Næstfremst í almenna bólkinum vóru tríggir gøtumenn. John Joensen, Reinhold Isaksen og Jákup F. Joensen fingu allir fimm og eitt hálvt stig. Blaðungi Olaf Berg, sum í 1999 vann unglingadeildina, megnaði at fáa fýra og eitt hálvt stig.

Í unglingabólkinum vann Jákup D. Joensen úr Havnar Telvingarfelag FM. Hann fekk sjey av átta stigum. Næstfremstur var Rúni Dragaberg úr Klaksvíkar Talvfelag. Hann fekk seks stig. Rúni var eisini næstbestur í 1999.

Í veteranbólkinum endaðu tveir javnir á fremsta plássinum. Teir vóru Árni M. Dam úr talvfelagnum Róki, og Júsinus Hansen úr Tofta Talvfelag.