Tríggir sjónleikir ? trý mál

Mánadagin 1. juli fer ein norðurlendsk ungdómsmentanarlega av bakkastokki á læraraskúlanum í Havn

Hetta stóra tiltakið er úrslitið av eini ungdómsverkætlan hjá Norðurlandahúsinum, sum er ætlað at framleiða norðurlendskt undirvísingartilfar innan sjónleik og tónleik.
Mánadagin hittast ungdómarnir fyrstu ferð og eina viku aftaná ? eftir nógva og harða venjing, endar mentarnarlegan við eini framførslu í Norðurlandahúsinum tann 7. juli. Tá fara tey ungu at framføra tríggjar sjónleikir á trimum málum. Talan er um Kullervo úr finska tjóðkvæðnum Kalevala, sum verður framført av Hämeenlinnan Miniteatteri, Þrymskviða úr íslendsku Edduni, verður framførd av Skagleikflokkinum og Margretukvæði verður framført av sjónleikaraskúla Havnar Sjónleikarafelags.
Undir allari venjingartíðini skulu luttakararnir halda dagbólk, og teirra viðmerkingar skulu takast við, tá ið undirvísingarbøkur verða givnar út við sjónleikum og orkesturverkum.
Tiltakið er ein partur av "Strategiske Kultursatsningar" hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, og hevur tað eisini fingið stuðul frá Mentamálastýrinum. Tórshavnar Býráð, Fjølrit og Føroya Sparikassi stuðla føroysku framleiðsluni.