Tríggir sigrar verður nóg mikið

Fótbóltur: B36 venjarin sær tað sum veikleika í fyrireikingunum til lykladystirnar, at fimm av hansara spælarum eru á landsliðnum

B36 menninir fóru í fyrrakvøldið eftir lokið stríð í svimjihøllina í Gundadali at loysa vøddarnar. Í gjár hvíldu teir, og í dag hittast teir aftur til venjingar. Fyrsta uppgávan á vegnum móti FM heitinum, sum B36 kappast við KÍ um, verður á Sandi í morgin.

Sandoyingar, sum hildu seg vera óhepnar bara at fáa javnleik í Sumba, fara á vøllin í morgin fyri at fáa stig og helst vinna:

? Tað verður sera torført, men um vit ikki spæla fyri at fáa stig, so dugi eg ikki at síggja nakra orsøk at taka lut í kappingini, heldur Eli Hentze, ein av fleiri veteranum á B71 liðnum. Men fyritreytirnar hjá B71 eru nógv øðrvísi, enn tær eru hjá havnarliðnum. Hesa vikuna hevur venjarin hjá teimum, Ivan Hristov, tvær ferðir verið á Argjum og vant við meiri enn helvtina av liðnum, sum heldur til í høvuðsstaðnum, og í gjárkvøldið skuldu allir venja á Sandi. Ivi er um førleikan hjá onkrum, eingin er leikbannaður, og teir rokna við, at allir fara at spæla við.


Stórar avbjóðingar

Tomislav Sivic, venjarin hjá B36, hevur allar sínar menn tøkar. Hann vónar, at teir megna at taka uppgávuna í morgin í tí álvara, sum hon skal takast í, tí tað er alneyðugt at fáa hesi stigini, men hann váttar samstundis, at teir hugsa eisini um fýra tey síðstu leikumførini, tá B36 skal hitta hini liðini, sum eru omanfyri miðstrikuna á støðutalvuni:

? Eg rokni við, at tað verður nóg mikið til at vinna FM, um vit fáa øll stigini í tveimum dystum, men so skal annar sigurin koma móti KÍ, sum vit higartil hava spælt væl ímóti tvær ferðir og tapt bæði í Klaksvík og í steypafinaluni.

B36 venjarin metir, at hansara lið hevur verri fyritreytir at fyrireika seg til grannauppgerðina, sum verður um tvær vikur, enn teir í HB hava:

? Vit hava fimm spælarar í landsliðshópinum, meðan HB bara hevur ein. Okkara venjing verður næstu vikurnar merkt av landsdystunum leygardagin og annan mikudag, meðan teir í HB ikki fara at merkja hetta so nógv, og vit fara at fáa fimm móðar landsliðsspælarar aftur annan hósdag, meðan teir í HB bara fara at hava ein troyttan landsliðsmann, so tað eru stór tøk, sum skulu takast, heldur Tomislav Sivic.

Tá sandoyingar undan summarsteðginum vóru í Gundadali taptu teir 6-1 móti B36. Tað verður kortini mett, at B71 hevur eitt meiri støðugt lið nú, enn teir høvdu tá.