Tríggir serfrøðingar tosa um kreppuna tá og nú

Í hesum døgum eru tað 20 ár síðani, at tiltikna kreppan herjaði í Føroyum. Hvat hendi tá? Hvat lærdu vit av kreppuni? og hvat lærdu vit ikki?

 

Hetta fara Janus Petersen, forstjóri í BankNordik, Jørn Astrup Hansen, sum ruddaði upp eftir krassji, og Jóannes Jacobsen, ph.d í búskapi at siga sína hugsan um í Ghetto Føroyar í dag.

 

Aftur í dag verður útisetaradio á skránni hjá Rás2. Hvønn hósdag borðreiða útisetarnir hjá Rás2 í Keypmannahavn við sending mitt úr útisetaumhvørvinum á Amager. Hesaferð setur sendingin fokus á kreppuna fyri 20 árum síðani, og kreppuna nú.

 

Um vikuskiftið vera tvey føroysk tiltøk í Keypmannahavn. Eitt teirra verður í Føroyahúsinum, har ein ørgrynna av føroyskum tónleikarum spæla, og á Norðuratlantsbryggjuni spæla Páll Finnur Páll.

 

Umframt bankakjakið verður eisini livandi tónleikur frá Finnur Koba og prát við ein útiseta, sum spælir sjónleik.

 

Ghetto Føroyar - frá 14.00 - 16.00